D. L. Moody
W. R. MOODY
DKK 150,00
Henda bókin er lívssøgan um heimskenda amerikanska evangelistin Dwight Lyman Moody, ið sum unglingi festi trúgv Jesus Kristus sum frelsara sín, og gav evni og lív sítt at tæna honum og bera øðrum boðskapin um hann.
Moody var føddur í bygdini Northfield tætt við Boston í amerikanska státinum Massachusetts 6. februar 1837.
Í fyrstani virkaði Moody mest millum børn, sum hann hevði serstøk evni at náa við boðskapi sínum. Hann bíðaði ikki eftir, at børnini komu í sunnudagsskúla ella á barnamøti, men gjørdi sær ómak at fara eftir teimum, ið vildu koma.
Ikki mong ár eftir umvending sína tók Moody enn eitt sera týdningarmikið stig á lívsleið síni: Hann segði starvi sínum sum handilsmaður farvæl fyri at halga Gudi alla sína tíð og boða menniskjum boðskapin um frelsu við trúgv á Jesus Kristus. Miðskeiðis í lívsverki sínum segði Moody:
„Verk mítt kennist stórbærari nú enn nakrantíð áður… á, hvør ein frøi at vera við í hesum innheystingarverki fyri Harran.“