Bíblian á føroyskum í hálva øld
Zacharias Zachariassen

Bíblian á føroyskum í hálva øld

Zacharias Zachariassen

Útgávuár: 2000
Síður: 456
Bók: Innbundin
Vørubólkur: Ævisøgur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 99918-45-13-5
DKK 300,00
Nøgd:
Vøran er løgd í kurvina ×

Søgubrot um bíbliutýðing Victor Danielsens og sálmaskaldskap hansara.

Brot av baksíðuni:

At Zacharias er farin undir hesa kærkomnu bók, man fyri stóran part koma av, at stríðið, ið tók seg upp í kjalavørrinum á bíbliutýðing Victors, brendi seg fast inn í sinni hansara, tí hann var í viðkvomum aldri at fylgja við í blaðskrivingini í teimum ymsu bløðunum.

Í tíðarritinum „Leirkerinum“ hevur ein partur av tilfarinum staðið sum framhaldsgrein, men nógv er komi aftrar, og bókin er nú vorðin ein heild. Tað er í tøkum tíma, at tilfarið verður givið út, tí at tey flestu, sum vóru partur í knossinum at fáa Bíbliuna út á føroyskum, eru nú farin, og tískil er hesin táttur í søgu okkara rættiliga farin at kámast í huganum á fólki. Eisini hava summi eina rangvørga mynd av hesi søgugongd, av tí at so mong ár eru liðin síðan.

Bókin lýsir sera vær tær ymisku áskoðanirnar, ið komu fram í lesarabrøvum í føroyskum bløðum nakað eftir, at Bíblian kom út í týðing Victors. Roynt hevur verið at hava tilfarið í rættari tíðarrøð.

„Bíblian á føroyskum í hálva øld“ er sera áhugaverdur, og tú fært innlit í eitt øki, tú ikki hevur kagað inn í áður.

Øll, ið hava ans fyri føroyskari bíbliu- og sang týðingarsøgu, eiga at ogna sær bókina. Tú fært nógv at vita, sum tú ikki visti frammanundan.

Aðrar bøkur Ævisøgur