C.T. Studd
Norman P. Grubb
DKK 60,00
Sum blaðungur gjørdist Charles T. Studd kendur um alt Bretland sum besti spælari í ensku tjóðarítróttini, krickett.
Men eftir at bróðir hansara hevði ligið deyðssjúkur, vórðu eygu hansara latin upp fyri tí óendaliga nógv hægri lívsmálinum: at offra seg sjálvan og virki sítt fyri hitt himmalska.
Beint áðrenn hann giftist, arvaði hann milliónupphædd, sum hann alt gav til verk Harrans í ymsum londum.
Hann fór til Kina sum trúboðari í 1885 og virkaði har í 9 ár. Síðani fór hann til India, har hann var í 6 ár. Í 1912 fór hann til Afrika og virkaði har, til hann doyði í 1931.
Tað var hann, sum segði hesi kendu orð, sum hann eisini av røttum kundi siga:
Um Jesus Kristus er Gud og er deyður fyri meg, tá er vissuliga einki offur hjá mær ov stórt at offra fyri Hann.