Bøkurnar í bókanna bók

21/11/2018

„Bøkurnar í bókanna bók“ er sett saman av yvirlitum, sum geva innlit í hvørja einastu bók í bíbliuni. Hesi yvirlit eru send við bønarbrøvum ígjøgnum Akurin heim til samkomur í Føroyum. Tað fyrsta yvirlitið varð sent í 1991 og tað seinasta tjúgu ár seinni, í 2011.

Jógvan Júst Rasmussen fór í 1976 á bíbliuskúla í Jackson, Michigan í USA, og varð hetta byrjanin til fulltíðartænastu hansara fyri Harran sum trúboðari hjá NTM, har hann frá 1986 hevur virkað á Filipsoyggjunum. Hann virkar í dag serliga innan bíbliuumseting. Jógvan Júst er giftur Cathy úr USA.

Bókin kann viðmælast øllum, sum hava áhuga í at læra meir um Bíbliuna – bæði teimum, sum hava lisið Bíbliuna nógv, og teimum, sum júst eru byrjað at lesa.

Bókin kostar 300 krónur og kann fást til keyps í nethandlinum og bókabúðunum kring landið.

 

Keyp bókina


29/06/2025

Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur

Nú er síðsta bókin í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni komin út. Fyrsta bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittu…

03/12/2024

Áron - nýggj skaldsøga

Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Áron”. Hetta er tann fyrsta av fimm skaldsøgum um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu…

14/06/2024

10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna – til tannáringar

Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja viðkomandi ungdómsbók út við 10 spurningum (og svar) um kristnu trúnna. Bókin spyr…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI