Nei – lyftið sveik ikki
Victor Danielsen

Nei – lyftið sveik ikki

Victor Danielsen

Útgávuár: 1962
Síður: 114
Bók: Heft
Vørubólkur: Røðin hjá Victor Danielsen, Skaldsøgur
ISBN:
DKK 150,00
Nøgd:

„Nei, lyftið sveik ikki“ er ovurhonds áhugaverd bók, um hvussu tað ferð at verða hjá teimum, sum verða tikin við, táið Harrin kemur. Vit lesa um bygdina Návík, har hendingarnar fara fram.

Vit lesa um mong stillfør og trúføst menniskjur, bæði á sjógviog landi, sum hvørt á sínum øki virka fyri Harran. Vit hoyra um Ólav Ólavsson, hvørs umvending verður byrjanin til stóra andaliga vakning í Návík, og um mótstøðuna, sum altíð er, har sonn vakning verður. Vit lesa um Janus prest, um skipið „Nólsoyar Páll“, sum kemur sundursorað aftur, við allari manningini umvendari, um brøðurnar í Búð, trúgvandi skiparar, sum stillførir virka fyri Harran, har hann hevur sett teir, og um hinar persónarnar í bókini, teknaðir við skilahond. 

Eisini finna vit tey, sum eru illa komin av syndini, men sum Harrin leitar eftir og frelsir, so at siga, í tólvta tíma. Og ikki minst, vit lesa um signingina, sum kemur yvir alla samkomurnar, har Guds børn eru, og hvussu partaandin noyðist at lúta eina tíið fyri tí undurfullu megi, sum er í sannarri evangeliskari vakning, men eisini um ta øgiligu mótstøðu, sum Devulin reisir, táið hann kennir, at vandi er á ferð. Og so – tá mest stendur á – ljóðar basún Guds, og Harrin kemur.

Aðrar bøkur Røðin hjá Victor Danielsen

Aðrar bøkur Skaldsøgur