Ómetalig náði
John Bunyan

Ómetalig náði

John Bunyan

Týðari: Victor Danielsen
Útgávuár: 1949
Síður: 164
Bók: Innbundin
Vørubólkur: Lærubøkur, Røðin hjá Victor Danielsen
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN:
DKK 125,00
Nøgd:

John Bunyan er væl kent navn í kristna bókaheiminum, eisini her heima á landi. Hann skrivaði tilsamans um leið 60 bøkur, harav tríggjar eru týddar til føroyskt av Victor Danielsen: „Pílagrímsferðin“, „Hin heilagi bardagin“ og „Ómetalig náði“, sum fyrstu ferð kom út á føroyskum í 1949.
 
Onkur hevur sagt, at „Ómetalig náði“ er útleggingin til „Pílagrímsferðina“. Hetta er óiva so, tí í hesi bók gevur John Bunyan okkum sín persónliga vitnisburð um „ta ómetaligu náði, ið sýnd varð størsta syndara av øllum“. Tær royndir og freistingar, tey álop og vandamál, teir sigrar og ósigrar, sum hann í myndum greiðir frá í „Pílagrímsferðini“ á andaligu lívsferð okkara alra, vitnar hann her um við sínum egnu persónligu lívsroyndum.
 
Hann sigur sjálvur: „ Í hesi bók kunnu tit síggja nógv – nógv, sigi eg – av náði Guds móti mær. Eg takki Gudi, at eg kann siga: Nógv; tí tað er meir enn syndir mínar og meir enn freistingar Satans við. Nú kann eg troystaðir minnast ótta og iva mín og hinar tungu mánaðirnar; teir eru líkir høvdi Goliats í hond míni (Sálm. 17,57). Tá ið freistingarnar leggja á okkum, eru tær sum hin brølandi løvan, ið kom eftir Samson; men vinna vit sigur á teimum, fáa vit at royna, næstu ferð vit síggja tær, at tær goyma hunang í sær. Her sendi eg tykkum eitt sindur av hunanginum, ið eg havi tikið úr løvurænum (Dóm. 14,8-9). Eg havi etið av honum sjálvur og eri lívgaður. Filistarar skiltu meg ikki. Hetta er  - ja, ein frásøgn um verk Guds í sál míni líka frá upphavi til nú. Í tí kunnu tit síggja, hvussu eg havi verðið lagdur lágt og eri reistur upp aftur; tí hann slær, og hendur hansara grøða (Job 5,18).“
 
John Bunyan varð føddur 28. November 1628 í Elstow, nær Bedford í Onglandi, og doyði 31. August 1688 í London.
 
Aðrar bøkur Lærubøkur

Aðrar bøkur Røðin hjá Victor Danielsen