George Müller. Fátækur í heiminum – Ríkur í trúnni
A. T. Pierseon
DKK 75,00
Hin merkisverda og eggjandi søgan um mannin, ið hevði áræði til at trúgva, at Gud bæði kundi og vildi nøkta allan tørv – annaðhvørt til sín sjálvs ella tey túsundtals heimleysu, hann hevði at syrgja fyri.
George Müller, sum varð føddur í Týsklandi í 1805, byrjaði unglingaárini alt annað enn væl. Hann kom sær útí ringt lív og sat enntá í fangahúsi. Seinni kom hann í samband við trúgvandi fólk gjøgnum ein vin, ið bjóðaði honum at koma við sær í eitt heim, har fólk sanvaður til bøn og bíbliulestur. Hetta fekk hann at hugsa álvarsamt um lívið, og hann varð frelstur. Lív hansara broyttist fullkomiliga, og hann gjørdist so við og við ein bønarinnar maður, sum í øllum viðurskiftum leitaði sær hjálp frá himmalska Faðir sínum.
Lívsstarv hansara kom at gerast í Onglandi, har hann seinni varð víðagitin fyri barnaheim síni, tí hann leit Gudi til at útvega alt, ið neyðugt var, bert gjøgnum bøn.
George Müller gjørdist 92 ár og eitt livandi vitni um, at Gud ikki svíkur tann, ið lítur seg á Hann. Hann hevur verið mongum fólkum ein stór eggjan og fyrimynd síðani og er tað framvegis.
Les ótrúligu frásøgn um ein hin kendasta bønarinnar mann í nýggjari tíð.