Hvør er hesin maður?
Ómetaliga ávirkan Jesusar á heimssøguna
DKK 225,00
John Ortberg, f. 1957, er amerikanskur høvundur, talari og fyrrverandi samkomuleiðari í Melno Presbyterian Church í Kalifornia. Hann er giftur Nancy Ortberg, sum eisini er høvundur og samkomuleiðari, og saman eiga tey trý vaksin børn. Bókin ’Who is this Man?’ varð, tá ið bókin kom út í 2012, kosin triðjabesta á listanum hjá Amazon við bestu nýggju bókum.
Um bókina:
Hann kom inn í heimin við ongari tign. Hann hevði verið kendur sum eitt leysingabarn, eitt barn, hvørs foreldur ikki vóru gift. Øll tungumál hava eitt orð fyri leysingabørn, og eingi eru vøkur. Vøgga hansara var eitt matartrog. Tey, sum vóru um hann, høvdu fýra bein. Hann var ballaður í kloddar. Hann varð føddur í einari holu/einum fjósi, útsettur fyri at doyggja, vaks upp sum flóttafólk. Hann doyði við enn minni tign: dómfeldur, sligin, bløðandi, vrakaður, nakin, útskammaður. Hann hevði ongan status. Tign sum ein kongur, er tað síðsta, tú hevði hugsað um Jesus.
Dagin eftir at Jesus doyði, sá tað út til, at tann lítla ávirkanin, sum hann hevði á heimin, skjótt mundi fara at hvørva, men tvørtur ímóti so hevur ávirkanin á søgu mannaættarinnar ikki havt sín líka. Eftir at hann hvarv av jørðini, byrjaði hansara óvanliga ávirkan. Tað er hesa ávirkanina, sum henda bókin er um. Rætt sæð, henda ávirkanin á farna og nútíðar søgu fær mangan hugsanarsaman persón – uttan mun til teirra religiøsu sjónarmið um kristindóm – at spyrja, „Hvør er hesin maður?“
„Eingin bók kann av fullum lýsa ta ávirkan, lív og læra Jesusar hevði á hansara egnu samtíð og ikki um at tala alla heimssøguna seinastu 2000 árini. Tá ið Jesus segði lærisveinum sínum, at teir fóru at gera størri verk enn hann, sipaði hann til ta stóru ávirkanina, boðskapur og lív hansara fóru at hava á allan heimin gjøgnum teir menn og tær kvinnur, sum valdu at ganga djarvu og kostnaðarmiklu leiðina í fótasporum hansara. Henda bókin er ein roynd at lýsa, hvørja ávirkan maðurin frá Nazaret hevur havt á øll øki í heimssøguni, og hvussu eftirfylgjarar hansara enn í dag gera hann kendan“
– Jógvan Zachariassen