Víst megnar tú tað
At møta avbjóðingum í gerandisdegnum

Víst megnar tú tað

At møta avbjóðingum í gerandisdegnum

Høvundur: Claudia Mühlan
Týðari: Monika Staus Joensen
Útgávuár: 2001
Síður: 130
Bók: Heft
Vørubólkur: Ævisøgur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 99918-45-17-8
DKK 130,00
Nøgd:
Vøran er løgd í kurvina ×

At vera mamma, serliga at lítum børnum, er kravmikið arbeiði. Kennir tú ikki mangan við tær sjálvari, at so er, og spyrt, um næstu 20 árini fara at verða soleiðis?

Við treysti fór Claudia Mühlan undir at vinna á avbjóðingunum: 21 ára gomul var hon longu vorðin mamma at 6 børnum (5 hevði hon ættleitt, og 1 átti hon sjálv). Og skjótt var, at kreftirnar gingu undan.

Tann stórsta arbeiðsbyrðan og støðug ryggpína elvdu til tunglyndi. Hon legði tí eina skilagóða ætlan, har hon við áræði og sinniliga megnaði at taka sær av húsi og heimi, hóast húsfólkið hesa tíðina vaks til 15.

Bókin er sera bersøgin. Tú lærir at kenna Claudiu, bæði tá ið hon er niðri í dalinum, og tá ið hon er uppi á tindinum. Hin vil við bókini stimbra øðrum mammum til ikki at falla í fátt, og hetta ger hon við at draga fram egnar lívsroyndir.

Fremsta ynski hennara er, at møður í bestu árum skulu fáa eitt rætt og gagnligt stev til at møta øllum teimum mongu avbjóðingunum, ið gerandisdagurin hevur við sær.

Aðrar bøkur Ævisøgur