Minniligar hendingar
Edvard í Svínoy sigur frá

Minniligar hendingar

Edvard í Svínoy sigur frá

Høvundur: Zacharias Zachariassen
Útgávuár: 1990
Síður: 512
Bók: Innbundin
Vørubólkur: Ævisøgur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN:
DKK 250,00
Nøgd:
Vøran er løgd í kurvina ×

Edvard Jacobsen, vanliga róptur Edvard í Svínoy, varð føddur 25. juni 1903 og doyði 29. januar 1985.

Edvard búleikaðist á sjónum tað mesta av ævi síni. Hann var merkismaður á so mangan hátt, av bestu frásøgumonnum, sera skemtingarsamur og livandi í frásøguhátti sínum.

Á stak hugtakandi hátt lýsir Edvard lívið hjá føroyska sjómanninum frá deyðsiglaratíðini fram til okkara dagar. Inn í frásøgnina flættar hann serligar hendingar, ið honum og øðrum hava verið fyri.

Bókin hevur eina mongd av søguligum keldutilfari. Klettfasta álit hansara á Gud kemur til sjóndar gjøgnum alla bókina.

Aðrar bøkur Ævisøgur