Gjøgnum eldsovnin
Colin B. C. Tilsley
DKK 50,00
Ein vitnisburður um varðveitandi mátt Guds gjøgnum svára trongd.
„Er støða mín álvarsom?“
„Ja,“ svarði serfrøðingurin.
„Hvussu álvarsom?“
„Sera álvarssom.“
Við tað at eg visti ógvuliga lítið um fløktu vervaskipan okkara, spurdi eg hann: „Hvør er viðgerðin og heilivágurin?“ Eg komi ongantíð at gloyma endaliga svar hansara:
„Eingin viðgerð og eingin heilivágur finnast!“
Við hesum orðum fekk tann 42 ára gamli Colin Tilsley tey skelkandi tíðindi, at hann hevði tað álvarsamastu av øllum mønunervasjúkum – total motor neurone. Í roynd og veru var hetta ein deyðadómur. Colin greiðir frá, hvørja ávirkan tíðindi um, at hann hevði trý ár eftir at liva, høvdu á hann sjávan og húski hansara.
Colin varð føddur í India, har foreldur hansara vóru trúboðarar. Í 195 grundaði hann „Gospel Literature Outreach“, sum hevur sent lið við ungfólki til Asia, Suðuramerika, Afrika, Europa og Australia.
Við einum heimi í neyð hvílandi á hjarta sínum lærir Colin at liva við tí ráðaloysi, ið sjúka hansara hevur við sær. Henda merkisverda søga er skrivað eftir inniligari áheitan frá vinum hansara. Endamál hennara er at stuðæa øðrum til at líta á Gud og at royna trúfesti Hansara í líðingartíðum.