men Gud gav vøkst
Um William Sloan og fyrstu samkomurnar

men Gud gav vøkst

Um William Sloan og fyrstu samkomurnar

Útgevari: Forlagið Afturljóð
Útgávuár: 1992
Høvundur: Sigurd Berghamar
Síður: 352
Bók: Innbundin
Vørubólkur: Onnur forløg, Ævisøgur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN:
DKK 250,00
Nøgd:

Hugsa tær, at tú ert staddur niðri við ósan, ha sum Havnará rennur út í Eystaruvág. – Hetta er fyru stórthundrað árum síðani, seinast í 1860-árunum.

Tú hoyrir sang og fert eftir ljóðinum, aftur um húsini Undir Kjallara, har, sum Sjóvinnubankin nú er. Uppi á Doktaragrund stendur ein ókunnumaður og syngur. Fólk, ið búgva har uttanum, hava gloppað vindeyguni, og nøkur, kanska mest børn, standa uttanum. Maðurin syngur „gudiligar“ sangir, og hann hevur óvanliga vakra rødd. Men hetta er nakað nýtt og líkist als ikki tí, tey eru von við. 

Hann heldur so eina stutta talu á donkum máli, men tað hoyrist, at hann er ikki dani.

Onkur veit at siga, at hetta er William Sloan.

Soleiðis skrivar høvundurin, Sigurd Berghamar, í innganginum til hesa bók, ið er fyrsti partur av samkomusøguni hjá „Brøðrunum“ í Føroyum. At so rættiliga trivaligur partur av bókini er halgaður William G. Sloan, ið var undangongumaðurin í føroyskari samkomusøgu, er so nátúrligt, sum tað kann vera. Hann byrjaði einsamallur og ferðaist úr bygd í bygs við gleðiboskapinum – ofta undir kørgum umstøðum. Frásagnirnar um henda idna, men lítillátaða evangelistin úr Skotlandi, sum fekk nógv av barlast síni í Hetlandi, eru bæði forvitnisligar og hjartanemandi.

Men eisini gróðursetingin av teimum fyrstu føroysku samkomunum, ið byrjaðu at nørast sum eitt úrslit av vitnisburði Sloans, er áhugaverd og talar sítt egna mál: At í lítla føroyska samfelagnum gjørdust andaligar broytingartíðir um aldaskiftið, tí fólk, ið komu til trúgv á Kristus, tordu at viðkenna sær sannføringar, sum vóru øðrvísi enn tær, ið ein siðføst fjøld var von við.

Tá ið søga verður skrivað av monnum, sum sjálvir hava verið virknir í tí verki, teir skriva um, slepst valla undan, at lesarin merkir tilknýtið. Men ivaleyst fara mong at fegnast um, at fyrsta bókin um samkomusøgu í Føroyum umsíðir er útkomin.

Aðrar bøkur Onnur forløg

Aðrar bøkur Ævisøgur