Í NÆRVERU FÍGGINDA MÍNA
Ein grípandi frásøgn um eini gíslatikin trúboðarahjún hjá New Tribes Mission og um ræðandi ár teirra í filipinska frumskóginum

Rithøvundur: Gracia Burnham saman við Dean Merrill
Týðari: Meta av Fløtum
Útgávuár: 2026
Síður: 408
Vørubólkur: Ævisøgur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 978-99918-45-91-3
DKK 300,00
Nøgd:

Kunnu trúgv, vón og kærleiki yvirliva eitt ár í ræðuleikum?

HJÁ TRÚBOÐARAHJÚNUNUM Í NTM, Martini og Graciu Burnham, gjørdist tað, ið byrjaði sum eitt frálíkt og framúrskarandi vikuskifti, har brúdleypsdagurin varð hildin á einum frítíðarstaði á eini tropiskari oyggj, til ein av teim ræðuligastu marrunum, ein kann ímynda sær.

Burnham-hjúnini vórðu tikin gíslar av Abu Sayyaf, ið er ein yvirgangs-bólkur við sambandi til Osama bin Laden. Tey vóru rykt burtur frá familju og vinum og trýst at flakka um í filipinska frumskóginum. Hetta hættis-liga árið í fangilsi upplivdu tey hungur, áhaldandi máttloysi, íðuligar bar-dagar, hjartaleys dráp – og inniliga sálarrannsakan um ein Gud, ið stundum tóktist at hava gloymt tey.

Í hesi grípandi, fyrstuhonds frásøgn um trúgv, kærleika og stríð, har hjúnini vóru vitni til ræðandi, tilvildarligan ráskap, kemur tú aftur um pallin av einum veruligum sorgarleiki, har tann, ið hevði minst møguleika at yvirliva, djarvt greiðir frá í smálutum. Tú fert at hoyra um atferðina og grundgevingarnar hjá einum víðgongdum yvirgangsbólki, har limirnir eru avgjørdir at náa málum sínum uttan mun til kostnað. Tú fert at verða hugvaktur av endaligu, sigrandi trúnni og varandi kær-leik-anum hjá einum vanligum hjúnum, ið vórðu tveitt í óvanliga torførar umstøður.

Hvat enn tú manst stríðast við í lívi tínum, fert tú at finna eggjan og vón í hesi lívgandi, ærligu frásøgn um eitt áralangt stríð við tað myrkur, sum býr í mannahjartanum.

Spurningurin er ikki, hví ein almáttugur Gud kann velja at lata eitt menniskja koma undir óndskap, men hvussu eitt menniskja, við Guds hjálp, svarar óndskapi aftur…. Burnham-hjúnini gjørdust vinir við vaktarmenninar í svárum umstøðum, uggaðu samgíslarnar og hildu á at trúgva á ein Gud, ið tóktist at hava svikið tey.

– USA TODAY

Aðrar bøkur Ævisøgur