Í húsi faðirs míns
Corrie ten Boom

Í húsi faðirs míns

Corrie ten Boom

Týðari: Mikkjal á Bergi
Útgávuár: 2009
Síður: 216
Bók: Heft
Vørubólkur: Ævisøgur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 99918-45-42-9
DKK 150,00
Nøgd:

Ten Boom-heimið var í einum smølum múrsteinshúsum í trimum hæddum í Haarlem í Hálandi, nevnt Beje. Corrie, sum varð borin í heim í 1892, vaks upp her. Kjallarahæddin var urhandil og verkstaður.
 
Í bókini hitta vit ógloymandi kvinnu og menn, ið myndaðu lív hennara í ungligaárunum. Javnan høvdu tey neyðstødd børn og fosturbørn í styttri og longri tíð. Í heimi hennara vóðru nógvir jødar krógvaðir fyri Gestapo undir seinna heimsbardaga. Úrslitið av hesum varð, at pápin, ein bróðursonur og trý systkin og hon sjálv vórðu handtikin og sett í fangalegu, har tey liðu ómetaligt. Corrie og ein systir vóru tær einastu, ið komust undan við lívinum.
 
Henda bókin snýr seg um uppvøkstur hennara, og hvussu Harrin fyrireikaði hana til tær ræðuligu líðingarnar, tey fóru ígjøgnum.
 
Bókin „Í húsi faðirs míns“ er meira enn bert eitt savn av endurminningum – meira enn nakrar nostalgiskar frásagnir eftir eitt ríkt lív. Her finna vit nakrar stak læruríkar frásagnir um eina familju, ið fyrireikar seg til framtíðina, eina framtíð, sum kravdi megi, kærleika og styrki Guds.
 
Corrie ten Boom doyði á 91 ára føðingardegi sínum, 15. apríl 1983

Aðrar bøkur Ævisøgur