Lív mítt á sjógvi og landi
Levi Joensen

Lív mítt á sjógvi og landi

Levi Joensen

Útgávuár: 2014
Síður: 398
Bók: Innbundin
Vørubólkur: Ævisøgur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 978-99918-45-04-3
DKK 250,00
Nøgd:

Í formælinum sigur Kristian Martin Rasmussen m.a. um hesa bók:

Tá ið Levi fór í holt við at skriva endurminningar frá lívi sínum, hugsaði eg: Ja, um Levi fær fest hetta á blað líka livandi, sum tá ið hann sigur frá, so verður bókin áhugaverd. 

Eg havi altíð kent Levi, fyrst gjøgnum pápa mín, Palla Rasmussen, og síðan, sum eg vaks til, frá sjólívinum og ikki minst úr samkomulívinum. Hansara blíða, lætta, jaliga og samstundis álvarsama sinni hava altíð bergtikið meg. Tá ið eg nú havi lisið partar av bókini, og allar hendingarnar eru líka livandi at lesa, sum tá ið hann sigur frá, so veit eg, at lesarin fer ikki at keða seg.

Bókin hevur stórt andaligt virði og lýsir eina tíð, har gleðiboðskapurin um Harran ikki varð tagdur burtur.

Eg meti eisini, at bókin hevur søguligt virði og lýsir sjólívið bæði í álvara og gaman í samtíð hansara.

Aðrar bøkur Ævisøgur