Kristnir russar fyri rættinum
Michael Bourdeaux

Kristnir russar fyri rættinum

Michael Bourdeaux

Týðari: Ismar Joensen
Útgávuár: 1973
Síður: 48
Vørubólkur: Bóklingur, Ævisøgur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN:
DKK 20,00
Nøgd:
Vøran er løgd í kurvina ×

Av tí at mangur óivað gevur sær lítið far um, hvussu kristnum fólki veit við í londum, har gudsavnoktan hevur fingið framíhjárætt, setti eg mær fyri at týða hesa lítlu bók.

Vón mín er, at lesarin fær somu áminning um, at hesum menniskjum tørvar serliga forbøn, og at vita eiga at takka Gudi fyri, at gudloysisrørslan ikki hevur fingið ræði á landi okkara higartil.

Tekin eru tó til, at sokallaði „kristni“ heimurin tekur við lógum og lærdómum, ið bróta slóð fyri somu gudleysu lívsáskoðan, sum er meiri algongd í kommunistaheiminum. Hetta er ikki av tí góða, antin so stjórnin er kapitalistisk, kommunistisk ella okkurt har ímillum. Sama kann sigast um atsókn á evangelium Krists í navni kristindómsins.

Mangt, sum nú er at hoyra og lesa, vil taka burtur kraftina frá krossi Krists, t.d. ágangurin á sannleika Bíbliunnar og hin snilda, falska talan, at ein og hvør er sælur í trúgv síni, annaðhvørt hon er so ella so. Hetta er høpisleyst, um talan er um ævigu sæluna, og ger tað torført fyri mong at ginna Guds veg og liva eitt kristið lív, um tey trúgva tí.

Tað er tí gagnligt at lesa, hvussu ung og gomul í øðrum landi stríðast og líða fyri sannleikan og trúgv teirra á Hann, sum eina kann gera syndarar sælar. Av kærleika til Kristus og til sálirnar, sum Hann er deyður fyri, tola tey smeit og mangar líðingar.

Fuglafjørður í mei 1973
Ismar Joensen

Aðrar bøkur Bóklingur

Aðrar bøkur Ævisøgur