Søgur um sangir
P.W. Háberg

Søgur um sangir

P.W. Háberg

Útgávuár: 2004
Síður: 160
Bók: Innbundin
Vørubólkur: Sangbøkur, Ævisøgur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 99918-45-28-3
DKK 250,00
Nøgd:

„Ein sangur kann verða lýstur á nýggjan hátt og fáa eitt annað og størri virði enn frammanundan, tá ið vit fáa at vita sálarkenslur hansara, ið skrivað hann hevur, og umstøður, ið kunna hava eggjað til, at sangurin í heila tikið er vorðin til. Eisini kann vera forvitnisligt at vita hendingar og tilburðir sambandi við ein sang, eftir at hann er komin fram og gerst lutur í tilveru menniskjans í ymiskum londum og skiftandi tíðum...“

Soleiðis tekur høvundurin, Petur W. Háberg, sáli, til í fororðinum, hann skrivaði fyri fimti árum síðani í bók síni „Søgur um sangir 1“, sum nú verður givin út av nýggjum saman við „Søgan um sangir 2“, ið Petur gav út 25 ár seinni. 

Nú, ið báðar bøkurnar eru lagdar saman í eina, kunnu vit aftur fegnast um at lesa søgurnar aftan fyri hesar 45 umrøddu sálmar og sangir, yrkjarar og tónaskøld og um hendingar og viðurskifti, ið elvdu til, at sangirnir sóu dagsins ljós og hava verið til so stóra troyst og signing fyri so mong menniskju øll hesi mongu ár – og framvegis eru tað. Av sonnum nakrar perlur burtur úr stóra sálmaskatti okkara.

Aðrar bøkur Sangbøkur

Aðrar bøkur Ævisøgur